Bygdarhúsið í Leirvík

Umhugsar tú eitt brúðleyp, silvur brúðleyp, gull brúðleyp, rundan føðingardag, bingo, ella eina veitslu av øðrum slag, ja so hevur Bygdarhúsið í Leirvík karmarnar til, at skipa fyri tíni dreymaveitslu. Bygdarhúsið í Leirvík lat upp 8. mai 1986. Húsið er síðani útbygt og pláss er fyri nógvum fólkum í hølunum. Bygdarhúsið verður nýtt til nógv ymisk tiltøk og er serliga vælegnað til stórar veitslur. Hølini verða nýtt til veitslur av ymiskum slag, men ígjøgnum árini hava eisini verið tiltøk av øðrum slag, s.s. bingo, møtir, ervi, fundarvirksemi, konsertir, sólarkaffi o.a. Síðani Bygdarhúsið fyrstuferð opnaði, hevur tað verið sera nógv virksemi í húsinum, tí er tað skilagott at bóka hølini í góðari tíð, um tú vilt verða heilt sikkur í, at tey eru tøk til títt dato. Tað eru pláss fyri umleið 300 gestum í senn, tá bæði ovara og niðara høli er í brúk.

Matskrá

Vit hava nakrar matskráir at velja ímillum, allar hava tær forrætt, høvuðsrætt og dessert. Eisini er møguleiki fyri, at seta saman eina matskrá sjálv/ur til júst tín tørv. Vit bjóða sjálvandi eisini erstatnings matskrá til tey ið hava tørv á tí.

HØLIS LEIGA

Niðanfyri sæst hvørji dato eru tøk.

Tøk dato

2023

Tøk dato

2024

Tøk dato

2025

BÍLEGG

Kundi tú hugsa tær at leiga hølini? Set teg í samband við okkum, vit eru klár at hjálpa tær.

facebook.com/bygdarhúsiðíleirvík

Bygdarhúsið í Leirvík

Garðsvegur 45
520 Leirvík

Telefon+298 443326
Fartelefon+298 743444
Teldupost info@bygdarhusid.fo